Sniðgeving
Tað er altíð stuttligt við fjølbroyttum uppgávum. Mær dámar væl at arbeiða við grafiskari sniðgeving. Her er ymiskt, ið eg havi sniðgivið fyri kundar.
ONE-LINE Tekning fyri
Öström
Ein stuttlig uppgáva at fáa. Kundin ynskti eitt einkult og minimalist snið, sum skuldi mynda ein lunda. Her er tað bert ein linja, sum myndar lundan.
TIl og frá merkir fyri
Hundafelagið
Her slapp eg at sniðgeva fitt til- og frá merkir fyri Hundafelagið. Hetta var stuðla í samband við eina hunda-framsýning í 2024.
Gávukort fyri
Skuggaskúrið
Her ynskti eigarin av barber-salongini Skuggaskúrið, eitt gávukort sum var einkult og sum hóskaði seg til stílin hjá fyritøkuni.
Jólablusir fyri
HON+HANN
Her havi eg sniðgivð jólablusir fyri klædnahandilin HON+HANN, við føroyskum teksti.
Sniðgeving - búmerki
Hundagleði
Teknað og sniðgivið eftir ynski frá einum kreativum kunda, sum sjákv hevði eitt hugskot um, hvussu tað kundi síggja út.
Sniðgeving - Gávukort
RR Digital
Fyritøkan RR Digital ynskti sær eitt snið til teirra gávukort. Eitt einkult og vakurt snið.
Sniðgeving - Búmerki
Bilsøla
Eitt einkult snið, sum myndar fyritøkuna í búmerkinum, fyri ein kunda ið selur bilar.