Ofta settir spurningar

Er tað vitlíki?
Nei. Eg brúki onki innan vitlíki í mínum verki. Alt er hondgjørt, antin mála við akryl á lørift, ella tekna digitalt við hond. Tískil tekur tað mær ofta 4-8 tímar at gera eitt verk, alt eftir hvat slag av mynd talan er um.

Er tað við rammu?
Prísirnir eru uttan rammu, tó ber tað til at keypa rammu við, til plakatir.
Málningar eru ikki rammaðir inn.

Hvar kann eg heinta mína bílegging?
Tað ber til at heinta bíleggingar í Hoyvík, júst sum tað passar tær. Annars ber til at fáa útbering við Posta. (Prísurin liggur um 50kr fyri útbering)

Hvussu bíleggi eg eina sergjørda vøru?
Tað gert tú, við at senda mær eini boð via mína Facebook síðu ''By Eyðunsdóttir'' ella umvegis Instagram @byeydunsdottir. 

Facebook: https://www.facebook.com/profile.php?id=61550734922302

Instagram: https://www.instagram.com/byeydunsdottir/ 

ONE-LINE Tekning fyri

Öström

Ein stuttlig uppgáva at fáa. Kundin ynskti eitt einkult og minimalist snið, sum skuldi mynda ein lunda. Her er tað bert ein linja, sum myndar lundan.

TIl og frá merkir fyri

Hundafelagið

Her slapp eg at sniðgeva fitt til- og frá merkir fyri Hundafelagið. Hetta var stuðla í samband við eina hunda-framsýning í 2024.

Gávukort fyri

Skuggaskúrið

Her ynskti eigarin av barber-salongini Skuggaskúrið, eitt gávukort sum var einkult og sum hóskaði seg til stílin hjá fyritøkuni.

Jólablusir fyri

HON+HANN

Her havi eg sniðgivð jólablusir fyri klædnahandilin HON+HANN, við føroyskum teksti.

Sniðgeving - búmerki

Hundagleði

Teknað og sniðgivið eftir ynski frá einum kreativum kunda, sum sjákv hevði eitt hugskot um, hvussu tað kundi síggja út.

Sniðgeving - Gávukort

RR Digital

Fyritøkan RR Digital ynskti sær eitt snið til teirra gávukort. Eitt einkult og vakurt snið.

Sniðgeving - Búmerki

Bilsøla

Eitt einkult snið, sum myndar fyritøkuna í búmerkinum, fyri ein kunda ið selur bilar.