Skip to product information
1 of 2

By Eyðunsdóttir

A4 | Nykurin við Leitisvatn

A4 | Nykurin við Leitisvatn

Vanligur prísur 250,00 DKK
Vanligur prísur Tilboðsprísur 250,00 DKK
Tilboð Umbiðið / Selt
Avgjøld íroknað

Søgnin um Nykin við Leitisvatn

Eitt kvøldið vóru børnini í Sørvági farin oman til Leitisvatns at spæla. Tá kom nykurin í skapilsi av einum stórum hesti til teirra, og tey so fegin upp á bakið á honum. Best sum tey vóru setst, fór hesturin við teimum beinan vegin oman til vatnið. Minsti drongurin, sum ikki var sloppin uppá, varð nú ræddur og rópaði á beiggja sín Niklas, sum sat uppi á hestinum:  “Nyka beiggi!” (barnið dugdi ikki reiðiliga at tala enn). Nykurin, ið helt tað vera navn sítt, ið rópað varð, misti nú megi og hvarv; men børnini vóru bjargað. Sagt er, at, tá ið nykurin hoyrir navn sítt nevna, missir hann allan mátt.

 

Tekstur frá visitvagar.fo:

https://visitvagar.fo/fo/whatson/places/place/nykurin?region=7 

Fleiri upplýsingar